
Síðan Pelagos varð sett á stovn í 2014, hevur Jóhan Páll Joensen staðið á odda fyri felagið. Hann hevur verið ein týðandi partur av menningini av felagnum, og við hesum høvið vilja vit takka honum inniliga fyri drúgt, dygdargott og trúfast arbeiði.
1. oktober tekur Bogi Petursson Nielsen við sum stjóri í felagnum. Seinastu fimm árini hevur hann starvast sum stjóri á Faroe Ship. Vit gleða okkum at bjóða Boga vælkomnan og saman byggja víðari á sterka grundarlagið, samstundis sum vit seta kós fyri eina nýggja tíð í felagnum.
Á móttøkuni verður bæði ábit at fáa og høvið at heilsa upp á fráfarandi og nýggja stjóran.
Øll eru hjartaliga vælkomin - og vit gleða okkum at síggja tykkum til eina hugnaliga løtu saman.
Pelagos Pf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald