Mentan

Andakt - Byrðar

”Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists.” Galatabrævið 6.

2023-11-09 15:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað er eitt so vakurt orð – og hevur ein so kristiligan tóna. Soleiðis áttu vit at havt tað móti hvørjum øðrum; tá hevði tað gjørst betrið at liva á jørðini ta tíð, vit skulu vera her.

Um tjóðirnar vóru soleiðis sinnaðar, at tær vildu borið byrðar hjá hvørji aðrari í staðin fyri at rana land og ognir hjá hinum partinum. Um samfelagsbólkar stóðu saman, at teir vildu borði byrðar hjá hvørjum øðrum í staðin fyri bara at seta krøv og kasta ábyrdina yvir á mótpartin. Um vit livdu soleiðis saman í heimi okkara, maður og kona, børn og foreldur, at vit høvdu hug til at hjálpast at og gera tað lættari fyri hvønn annan. Um vit høvdu tað soleiðis á arbeiðsplássinum, at ikki nøkur fá skulu draga tað tunga lessið, men at einhvør var fúsur at taka sín part av byrðuni og leggja hana yvir á seg. Síggja vit ikki, hvussu alt hevði verði gleðiligari á tann hátt og meira vælsignað? Tí signing kemur altíð har, ið menniskju uppfylla lóg Krists.

”Berið byrðar hvør hjá øðrum!” Um vit duga at síggja, at tað er soleiðis fólk skulu bera seg at, er tað tá ikki nærliggjandi, at eg og tú skulu byrja? Kanska skulu vit hyggja og spyrja beint har vit er stødd; Liggja byrðar á onkrum herðum, vit í dag kundi tikið ein part av og lagt yvir á okkum sjálv? Kenna vit ikki onkran, ið vit kundu farið til og sagt: Lat meg hjálpa tær! Vit kunnu vera vís í, at vit sjálv vildu fingið signing av tí, og tað kundi gjørst byrjanin til okkurt lukkuligt og gott.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder