Mentan

Andakt: Bara eittans forboð var sett

”Eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara!” 1. Mósebók 3.

2026-06-28 11:00 Author image
John S. Myllhamar
placeholder

Hesi vóru orðini, ið søgd vóru við ormin, eftir at Eva valdi at vera honum líðin heldur enn Guði. Í Eden høvdu tey alt. Har var i yvirflóð av øllum, og tey kundu njóta hvat, tey vildu. Eisini var alt skapa teimum fullkomið, gott, ja, SERA GOTT, stendur tað. Kosmos, ein støða í javnvág, friði og samljóði.

Bara eittans eitt ting í tí veldiga úrvali, máttu tey ikki nema, eins og vit verða ávarað um ting, ið vit ikki mugu røra, tí tey eru lívshættislig. Tað var heldur ikki neyðugt hjá teimum at nema tey. Men tilboðið frá orminum var meira lokkandi fyri Evu enn boðini frá Guði. Soleiðis var syndin førd ínn í heimin. Í líki av ormi, byrjaði djevulin við kvinnuni, at venja sítt herverk á jørðini, so at alt endaði í kaos. Ta gjørdist kvinnuni og mannaættini dýrt. Og einaferð skal tað gerast hinum Ónda enn dýrari. Einaferð skal hann fáa tað, sum hann eigur. Tann dóm hevur Guð felt, og her verður ikki talan um náðing. Dómurin verður eksekveraður, førdur ígjøgnum við makt.

Lat so vera at vit øll, áðrenn ta tíð hava fingið mong bitini og høggini í hælin, so at vit eru haltandi og ikki orka at koma fram uttan stuðul á vegnum, ja, at onkur má berast allan vegin, um tað í heilatikið skal ganga framá. Vit vita, at hitt ónda valdið, ið hevur meinsla okkum, til seinast skal gerast til einki. Tað stóð í tí dóminum, sum var feldur longu í Eden garðinum.

So árla lat Guð skína ígjøgnum, at hann hevði ætlanir. Fyrsta fyrijáttan um ein frelsara var goymd í Eden í einari revsutalu yvir ormin. Hon var ikki so týðilig sum vit lesa um í Eden, tað varð ikki nærri greitt frá, men vit vita, hvat tað snýr seg um. Síðan fylgdu tað fleiri eftir, sum gjørdu tað týðiligari og týðiligari á hvønn hátt, Guð vildi bjarga mannaættini frá tí skipbroti, sum hin Óndi hevur ætla við lívsfari okkara, at høgga hol á tað.

Eva og ormurin gjørdust vinir, eitt stutt og syrgiligt vinarlag millum kvinnuna og djevulin. Tí at vit og djevulin eiga aldri at gerast vinir. Tað er ósatt, tá ið hann teskar okkum í oyra, at vit hava gjørt ein sáttmála. Vit skulu ongantíð semjast við hann. Tað er fjandskapur okkara millum, og henda fjandskap hevur Guð sett har frá fyrsta degi syndanna. Og Jesus heldur tí við líka til hin seinasta dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder