2026-08-24 07:31
Tað er altso nakað til, sum eitur burtur frá Guði. Men tað er ikki Guðs vilji, at nakar av okkum skal enda har. Sum hirðin fór frá teimum níggju og níti fyri at leita eftir tí eina lambinum, ið var vorðið burtur, fór Jesus einaferð frá tí miklu einglafjøld í himlinum og kom her niður fyri at finna hin vilsta syndaran, sum var farin burtur frá Guði. Soleiðis er Guð. Hann er ikki nøgdur við níggju og níti, tá ið tað eru hundrað. Ikki ein má resta í. Tí gjørdust jól á jørð, og tí gjørdust páskir og hvítusunna, og tí er kirkjan ímillum okkum, har Guðs orð kallar á okkum til tess at vit ikki mega farast. Guð sparir einki offur, hann ger sær allan ómak. Hann veit, hvat tað geldur.
Og tá ið tað kortini hendir, at menniskju glatast, er tað, hóast vit ikki kunnu greiða tað, á ein ella annan hátt okkara egna avgerð. Vit eru ikki mekaniskir lutir, men livandi menniskju, ið sjálv kunnu siga ja ella nei. So er tað falslæra, sum nøkur prædika, at øll automatiskt at enda verða sæl. Vit eru við í avgerðini, um Guð skal náa tað mál, ið hann sendi Jesus her niður til. Tann Guð, sum er kærleikin, vil ikki tvinga nakran inn í ríki sítt. Hann vil ikki hava gølu í himlinum, og tað hevði hann fingið út av tí, um hann skuldi veri noyddur at koyrt nakran út, ið var ónøgdur við at vera har, Tað hevði hann ikki vilja. Tí skulu vit sjálv siga ja við hann.
Tí eru ongar tvangsreglur í Guðs ríki. Har eru tað kærleiksreglur, sum eru galdandi. Av kærleika til okkara vil Guð bjarga okkum frá at glatast. Av kærleika til hansara skulu vit siga ja til hetta. Tað skulu tvey ja til. Guðs ja er sagt. So skal bara okkara ja aftrat.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald