2026-03-29 20:45
Tað eru tey mest gátufullu orðini við krossinum. Sagt verður frá eini løtu, tá ið Jesus ikki bara var einsamallur við Guði, men einsamallur uttan Guð, púra eina við øllum syndum okkara á herum sínum. Tá var hann farin at lata upp tað portrið til Paradís, sum hevði verið læst síðan á døgum syndafallsins, tað portrið, sum hann beint tá hevði lova øðrum illgerðarmanninum, ið var krossfestur saman við honum á Golgata, at hann skuldi fylgjast við sær inn í Paradís. Tá fingu kirúbarnir við tí flammandi logasvørði, sum nú so leingi høvdu vart vegin til lívsins træ, teirra uppsøgn. Illgerðarmaðurin kann frælsur ganga inn. Tað er ein, ið hevur rindað fyri allar syndir hansara. Tollarar og syndarar kunnu ganga aftan á. Vit kunnu øll fylgja við. Okkara skuldarbræv er neglt til krossin. Tað er krossins gáta og krossins náði.
Tað er ikki ein pínslaváttarsøga, vit hoyra langa fríggjadag. Maki til Jesu deyða finnist ikki. Vit hava tjóðskapar martýrar, og vit hava átrúnaligar martýrar, fólk, sum lótu lív fyri land teirra ella fyri einari søk, og fólk, ið doyðu fyri trúgv sína. Vit hava eisini tey, sum gera seg sjálvan til martýr í eini søk. Men tað, ið ger deyða Jesu til nakað heilt fyri seg sjálvan, er tað, at Guð var tann, ið veruligi handlaði. Tað var vilji hansara, ið til fulnar hendi gjøgnum Jesus sjálvan.
Fyri okkum, fyri teg og meg, ið eru sek, gjørdist Jesus, hin óseki, martýrur.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald