Vinna

Arbeiðsloysið 0,9% í desember

Í desember var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 255 fulltíðararbeiðsleys.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2022-03-01 15:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 0,9% í desember, ið svarar til knappliga 255 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 302 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,3% sama mánað í 2020. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentArbeiðsloysi% av arbeiðsfjøldiniArbeiðsloysiÁrstíðarjavnaðTrendurJan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '212000201020200,05,010,00,9 %

Í desember var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og 0,8% hjá kvinnum. Sama mánað í 2020 var tað 1,3% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentArbeiðsloysi, kyn% av arbeiðsfjøldiniMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '212000201020200,05,010,00,9 %0,8 %

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Arbeiðsloysið er lægst í Norðurstreymoy við 0,4%. Í Norðoyggjum og Eysturoy er arbeiðsloysi 0,5%. Í Suðurstreymoy er arbeiðsloysi 1,1%, í Sandoy 1,4% og í Suðuroy 1,9%.

Arbeiðsloysi, bústaðarøki% av arbeiðsfjøldini0,5 %​0,5 %0,5 %​0,5 %0,4 %​0,4 %1,1 %​1,1 %0,7 %​0,7 %1,4 %​1,4 %1,9 %​1,9 %

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í desember vóru 19,2% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2020 vóru 11,3% langtíðararbeiðsleys.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentTíð í arbeiðsloysiprosentbýti av tíð í arbeiðsloysi1-29 dagar30-89 dagar90-179 dagar180-364 dagar365+ dagarJan '17Apr '17Jul '17Okt '17Jan '18Apr '18Jul '18Okt '18Jan '19Apr '19Jul '19Okt '19Jan '20Apr '20Jul '20Okt '20Jan '21Apr '21Jul '21Okt '2120182020050100

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, tí fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys hava einki arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16 og 66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum eftir treytunum omanfyri.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi.

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsleys: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagarnar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Til dømis verða tveir persónar, sum eru arbeiðsleysir ein hálvan mánað hvør, umroknaðir til ein fulltíðararbeiðsleysan.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Kelda: Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder