Vinna

Arbeiðsloyvi til útlendskar ferðavinnuveitarar

Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið um arbeiðsloyvi til útlendskar ferðaleiðarar, sum virka í Føroyum. Hetta er ein viðkvom støða, sum rakar bæði føroyskar veitarar, útlendskar samstarvspartar og ferðavinnuna sum heild.

2026-06-29 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Visit Faroe Island: Galdandi føroysku reglurnar eru strangar. Sum útgangsstøði krevst arbeiðsloyvi fyri alt slag av arbeiði í Føroyum, eisini sjálvbodnum ella óløntum arbeiði. Undantak er tó fyri norðurlendskar borgarar. Hetta merkir, at ein útlendskur ferðaleiðari ella bólkaleiðari, sum kemur til Føroya saman við egnum bólki, skal hava arbeiðsloyvi, eisini hóast virksemið er sera avmarkað í tíð.

Í altjóða høpi er føroyska skipanin sera avmarkandi, eisini samanborið við t.d. Ísland og Noreg, ið eru uttanfyri ES, eins og Føroyar. Munurin er, at tey m.a. eru partur av EØS-samstarvinum, ið gevur teimum ein annan rættarligan karm, sum í størri mun letur upp fyri, at útlendskir ferðavinnuveitarar kunnu virka í landinum undir skipaðum treytum. Í Føroyum hava vit ikki slíka avtalu, og tí galda í høvuðsheitum somu krøv fyri allar útlendskar veitarar uttan fyri Norðurlond.

Visit Faroe Islands virðir sjálvandi galdandi lóg og leiklutin hjá myndugleikunum at handhevja hana. Vit halda eisini, at vit skulu hava greiðar og rættiliga strangar avmarkingar á hesum økinum, so vit altíð tryggja okkum, at føroyska ferðavinnan verður rikin so burðardygt sum gjørligt og í mest møguligan mun er á føroyskum hondum.

Tørvur er á at endurskoða reglurnar, so tær í størri mun samsvara við veruleikan í altjóða ferðavinnu.


Støðan sum nú er íkomin vísir tó eftir okkara meting, at tørvur er á at endurskoða reglurnar, so tær í størri mun samsvara við veruleikan í altjóða ferðavinnuni. At ferðast við egnum ferða- ella túrleiðara er púra vanligt og vit kenna tað øll frá føroyskum ferðaløgum, ið ferðast til onnur lond í bólki. Hetta eru oftast ferðafólk, ið leggja nógvan pening eftir sær, og tað er í flestu førum skipað ferðavinnuvirksemið, sum vit í veruleikanum ynskja at fáa til landið.

Eitt loyvisgjald kann vera rímiliga høgt, soleiðis at vit samstundis tryggja okkum, at tað eru seriøsir veitarar sum koma til Føroyar við bólkum.

Vit meta sum útgangsstøði, at munur eigur at vera gjørdur á útlendskum veitara, ið virkar í Føroyum við egnum ferðaleiðara og so bólkaleiðarar, ið eru um ein bólk meðan tey eru í Føroyum, men tó brúka føroyskar ferðaleiðarar og tænastur, tá tey eru her. Hetta er ynskiligt virksemi sum ikki átti at verið fevnt av kravinum um arbeiðsloyvi.

Tað eigur at bera til at finna eina skipan, sum bæði tryggjar skipað viðurskifti og letur upp fyri, at útlendskir bólkar sleppa inn í landið á smidligari hátt. Verður tað ikki gjørt, so versnar okkara kappingarstøða, og vit kunnu missa góðar kundar, sum heldur leiða sínar bólkar til onnur lond. Ein møguleiki er at seta í verk eina loyvisskipan, ið minnir um ta íslendsku. Ein loyvisskipan ið tryggjar, at allir veitarar lúka ávís krøv um góðsku og trygd, sum gevur yvirlit yvir samlaða skarðan av veitarum og sum gevur landinum inntøku. Eitt loyvisgjald kann vera rímiliga høgt, soleiðis at vit samstundis tryggja okkum, at tað eru seriøsir veitarar sum koma til Føroyar við bólkum.

Visit Faroe Islands er í einum konstruktivum samskifti við myndugleikar og vinnu um, hvussu ein føroysk skipan kundi verið gjørd og tað er okkara vón, at vit skjótt finna fram til ein meira nútíðarhóskandi og smidligan karm á hesum økinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder