Vinna

Arctic Viking siglir heim við fullari last

Arctic Viking verður væntandi heima hóskvøldið.

2022-03-01 20:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arctic Viking fór   avstað 16.jan. Teir hava fult skip 650 ts. vit verða heima hóskvøldi um byrðurin verður ok.

Túrurin var bara ok, byrjaði illa við at vit mistu annað trolið tá vit komu fastir i eitt vrak, men við at dreyggja fingu vit tað tíbetur aftur, men tá var tað i 4 stykkjum, men fólkið er gott, eftir bert 8 tímun var alt bøtt aftur. Meðan hetta leikaði á høvdu vit allir korona,men ongin álvarsliga sjúkur og als ikki tíð at leggjast i koyggjuna, segði Bjarni Petersen skipari fyri løtu síðan.

vit sigla innanskers niður við Norsku strondini, ti illveður er ímóti, segði Bjarni Petersen.

Manningin telur 19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder