2025-06-21 16:15

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum hevði góðar vónir at standa Aserbadjan kurl í dystinum í Silvurliguni á Sandi í gjárskvøldið, og eftir at Føroyar høvdu vunnið fyrsta sett við framúr spæli, bara vaks vónin um sigur. Men so skuldi tó ikki verða, tí Aserbadjan menti seg og vann næstu trý settini og dystin 3-1.
Føroyar løgdu seg á odda 3-0 í fyrsta setti og fóru ongantíð afturum. Fleir ferðir kom Aserbadjan upp á javnt, men Føroyar svaraðu aftur hvørja ferð við Bjarna Joensen og Jóhan Arna Elisson Wang á odda og góðum hevingum frá Thorvaldi Danielsen. Tá so Føroyar fóru framum 20-15 tóktist settið at vera í pottinum, og við smassji á miðjuni frá Jóhan Arna vunnu Føroyar setið 25-17.
Í øðrum setti var viðvent í holuni. Lítið eydnaðist hjá Føroyum og skjótt var 7-1 til Aserbadjan, sum lættliga vann settið 25-15.
Føroyar fótaðu sær tó aftur og fingu framúr byrjan upp á triðja sett og fóru framum 4-0 og 8-2. So líðandi minkaði Aserbadjan tó um munin og javnaði til 14-14 og fór framum 16-14. Javnt var aftur við støðuna 18-18, men Aserbadjan hevði munin og legði seg á odda 24-21, áðrenn settið varð vunnið 25-22 við smassji oman í krókin.
Tað sá einki serligt út tá Aserbadjan legði seg á odda 14-19, men Føroyar minkaðu um munin aftur niður í bara eitt stig til støðuna 21-22. Aserbadjan fekk dystarbólt við støðuna 24-22, men Føroyar hóraðu undan í fyrstu syftu við smassji frá Bjarna í blokkin og út. Men tað bleiv til nær við og næstan, tí við bleytum slagi upp um okkara blokk vann Aserbadjan
næsta stigið og harvið settið 25-23.
Toppskorari hjá Føroyum var Bjarni Joensen við 15 stigum. Jóhan Arni Elisson Wang fekk 10 – av teimum vóru trý í blokkinum og enntá tvey servuess.
Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Eysturríki. Leygardagin kl. 17 spæla Aserbadjan og Eysturríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald