Vinna

Asfaltering í bygdini

-

2023-11-29 14:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágur:

Í løtuni eru menn frá EM-asfalt til arbeiðis í bygdini. Fyrst verður gamla asfaltið fresa omanav, og so nýtt lag lagt omaná. Tað strekkið sum verður gjørt fyrst er frá Blindtarminum og oman til innkoyringina til Kedron.
Heitt verður tí á bilførarar um at ansa serliga væl eftir, nú hálka og myrkur eisini spæla inn.

Næstu raðfesting til asfaltering eigur Varðagøta. Um alt gongur sum tað skal, og veðrið verður til vildar, so er ætlanin at fáa hetta arbeiði frá hondini áðrenn jólar.

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder