Politikkur

At velja síðu

Farna hálvtannað árið er allur heimurin kollveltur av framferðini hjá Putin, russum og teirra fylgisneytum.

2023-06-27 20:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eirindaleysa framferðin, dráp, neyðtøkur, stuldur og krígsbrotsgerðir hava skelkað øll, sum hava virðing fyri og seta sítt álit á fólkaræði.
Tí er tað sera umráðandi og skilagott at vit bekenna kulør, at vit vátta at vera partur av heiminum, har fólkaræði, mannarættindi, rættartrygd og skrivi- og talufrælsi er bulurin undir samfelagnum.
Tí eiga vit sjálvsagt at bjóða NATO vælkomið í okkara sjóøki/umveldi.
NATO bleiv júst stovnað at verja okkara grundvirði móti hóttanunum og ræðuleikunum, sum eru í kjalarvørrinum hjá autokratium, despotum, kommunismu og diktaturum.
Óhugnaligu stýrisveldini fara ongantíð at vísa nakra náði móti okkum, skuldi tað ringasta hent.
At billa fólki inn, at vit eru fyri hóttanum, tí vit vísa amerikanskum kavbátum rúmd og tænastur í okkara firðum, er ikki annað enn bláoygni, ella tað sum verri er - at svíkja tey grundvirði, sum fræls menniskju byggja sína tilveru á

Bjarni Djurholm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder