Lýsing

Atlantic Airways søkir eftir fíggjarleiðara

-

2022-03-02 21:21 Author image
-
placeholder

 

Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri at menna fíggjardeildina hjá Atlantic Airways? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Sum fíggjarleiðari fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjardeildini eru at taka sær av fíggjarætlan, fíggjarligari stýring og fíggjarligum greiningum. Deildin hevur eisini roknskapin hjá Hotel Atlantic P/F og DutyFree P/F um hendi. Nógvar kt-skipanir eru á deildini, sum tú fert at hava ábyrgd av og skalt hava innlit í. Fíggjarleiðarin vísir til fíggjarstjóran. Sum fíggjarleiðari fært tú stóra ávirkan á áhaldandi arbeiðið at menna felagið.

Tað verður tín uppgáva ...
- at leggja fíggjarætlan
- at fylgja upp uppá fíggjarligu gongdina
- at gera greiningar/frágreiðingar
- at menna fíggjarligu rapporteringina
- at tryggja optimalar arbeiðsgongdir á deildini
- at tryggja framhaldandi effektivisering av felagnum

Um teg:
- Tú ert arbeiðssamur/-som og ágrýtin
- Tú hevur jaligan hugburð og góð samstarvsevni
- Tú hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
- Tú hevur royndir við Business Inteligence
- Tú hevur eina analytiska tilgongd og yvirlit
- Tú hevur royndir innan roknskaparøkið, fíggjarviðurskifti og rapportering
- Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan roknskap og fíggjarviðurskifti

Um starvið:
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við nógvum spennandi uppgávum. Tú fert at starvast  á einum áhugaverdum og dynamiskum arbeiðsplássi við nógvum ymiskum fakbólkum. Ferðin er ofta høg, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis.  

Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 20. mars 2022.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Marius Davidsen, fíggjarstjóra á tlf. +298 213703 ella Elina Sigvardsen, HR leiðara á tlf. +298 213702 ella við telduposti á [email protected]

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder