2025-11-19 08:20
Føroyar eru nú næstfremstar av teimum tíggju liðunum. Kýprós er eitt stig fremri. Og í sætta umfari mikumorgunin bresta oddaliðini Kýprós og Føroyar saman.
Føroyar - San Marino 4 - 0
1. GM Helgi Dam Ziska (2543) - Danilo Volpinari (1955) 1 - 0
2. Luitjen A. Apol (2288) - Ezio Righi (1884) 1 - 0
3. Jón í Horni Nielsen (2084) - Mirko Leardini (1833) 1 - 0
4. Elias Petersen (2004) - Giancarlo Berardi (1783) 1 - 0
Tað tók sína tíð, áðrenn allir vóru lidnir, men tíbetur lukkaðist at fáa fyrsta 4-0 sigurin til høldar.
Sigurðsrøðin hjá Kýprós stendur við. Í fimta umfari koppaðu teir Liktinstein, sum var fyri sínum fyrsta ósigri. Annar lykladystur var millum Monako og Luksemburg, og her vann Luksemburg tepurt.
Vertstjóðin Kýprós er framvegis á odda, men Føroyar og Andorra eru beint í hølunum á teimum. Vit eru í løtuni stavnin undan Andorra við hálvum stigi meira í borðstigum. Kappingin er ógvuliga hørð millum fremstu fimm liðini.
5. umfar (týsdagin 18. november)
Føroyar - San Marino 4 - 0
Kýprós - Liktinstein 3 - 1
Monako - Luksemburg 1½ - 2½
Malta - Andorra 1½ - 2½
Guernsey - Jersey 2 - 2
Støðan eftir fimm umfør
1. Kýprós 9 dystarstig (15½ borðstig)
2. Føroyar 8 (15)
3. Andorra 8 (14½)
4. Luksemburg 7 (14)
5. Liktinstein 7 (10½)
6. Monako 5 (10)
7. Malta 2 (8)
8. Jersey 2 (6)
9. San Marino 1 (3½)
10. Guernsey 1 (3)
Toppdystur móti Kýprós
Mikudagurin verður ógvuliga avgerandi. Tvey umfør skulu telvast. Føroyar hava oddaliðið Kýprós í morgundystinum. Seinnapartin møta vit Liktinstein, sum eisini hevur staðið seg væl.
Føroyar manna seg við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen móti ósigraða Kýprós. Vit hava hægri styrkitøl á øllum borðum, og áttu tí at kunnað vunnið dystin. Men heimaliðið er flúgvandi, og hevur tikið øll á bóli.
Drúgvur mikudagur
6. umfar (19. november kl. 07:30)
Kýprós - Føroyar
Andorra - Monako
Liktinstein - Luksemburg
Jersey - Malta
San Marino - Guernsey
7. umfar (19. november kl. 13:30)
Føroyar - Liktinstein
Luksemburg - Andorra
Guernsey - Kýprós
Malta - San Marino
Monako - Jersey
Til ber at fylgja við leik fyri leik úr Larnaca. Heimasíðan Lichess.org stroymir allar dystirnar. Kappingin nevnist 9th ESNA Chess Championship 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald