Mentan

Avhending av avlopi

Í dag handaðu Heini F. Petersen og Jan Erik Simonsen tað sum leyp av frá bókaútgávuni ”Føroyski báturin – Bátur og bátasmíð” til formnannin í Sandavágs Fornminnafelag Sigurð Fríða Fróðason..

2026-08-20 21:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tiltakið ”Bátasmíð á Steig” var summarið 2023.

5-mannafarið, ið smíða var, gav 78.000 krónur og ”Bátabókin” gav 68.423,07 krónur í avlopið. Samanlagt gav hetta 146.423,07 krónur, ið skulu brúkast í arbeiðinum at varveita fornminnir í bygdini.

Vit báðir, Heini og Jan Erik takkað hjartaliga stuðlunum av bókaútgávuni.

Tey sum stuðlaðu bókini vóru: Vága Kommuna, Hiddenfjord, Eyðansstovugarðurin og Mentanargrunnur Landsins.

Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder