Vinna

27.300 løntakarar í apríl ??? 2.000 fleiri enn í fjør

....

2021-05-11 08:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan:

Løntakaraskarin var 27.300 í apríl. Tað eru knappir 2.000 fleiri løntakarar enn í apríl í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.

Trendurin,sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum,so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp.

Kelda: Hagstova Føroya persónar Løntakarar Løntakarar Árstíðarjavnað Trendur Mai '11 Sep '11 Jan '12 Mai '12 Sep '12 Jan '13 Mai '13 Sep '13 Jan '14 Mai '14 Sep '14 Jan '15 Mai '15 Sep '15 Jan '16 Mai '16 Sep '16 Jan '17 Mai '17 Sep '17 Jan '18 Mai '18 Sep '18 Jan '19 Mai '19 Sep '19 Jan '20 Mai '20 Sep '20 Jan '21 1990 2000 2010 2??? 20.000 22.500 25.000 27.500 30.000 27.271 Desember 2013 ??? Løntakarar: 23.034

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.

Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani ???Flætta graf í síðu???. Trýstið á knøttin ???Avrita kotu??? og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Munurin millum menn og kvinnur tódnar

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.

Í apríl vóru um 13.900 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum.

Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur.

Kelda: Hagstova Føroya persónar Løntakarar, kyn Mannfólk Trendur Konufólk Trendur Jul '11 Jan '12 Jul '12 Jan '13 Jul '13 Jan '14 Jul '14 Jan '15 Jul '15 Jan '16 Jul '16 Jan '17 Jul '17 Jan '18 Jul '18 Jan '19 Jul '19 Jan '20 Jul '20 Jan '21 1990 2000 2010 2020 10.000 12.000 14.000 16.000 13.927

Vinnugreinar

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.

Í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum.Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014.

Kelda: Hagstova Føroya persónar Løntakarar, vinnugreinabólkar Trendur Almenn o.o. tænasta Trendur Privatar tænastuvinnur Trendur Byggivinna o.o. tilvirking Trendur Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna Jul '11 Jan '12 Jul '12 Jan '13 Jul '13 Jan '14 Jul '14 Jan '15 Jul '15 Jan '16 Jul '16 Jan '17 Jul '17 Jan '18 Jul '18 Jan '19 Jul '19 Jan '20 Jul '20 Jan '21 2000 2020 8.000 10.000 6.000 12.000 8.722 10.201
Kelda: Hagstova Føroya persónar Løntakarar, vinnugreinabólkar Trendur Almenn o.o. tænasta Trendur Privatar tænastuvinnur Trendur Byggivinna o.o. tilvirking Trendur Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna Jul '11 Jan '12 Jul '12 Jan '13 Jul '13 Jan '14 Jul '14 Jan '15 Jul '15 Jan '16 Jul '16 Jan '17 Jul '17 Jan '18 Jul '18 Jan '19 Jul '19 Jan '20 Jul '20 Jan '21 2000 2020 2.000 3.000 4.000 5.000 4.137

Løntakarar, vinnugreinabólkar

apr 2020 ??? apr 2021

apríl munur
2020 2021 Tal %
Tilsamans 25.292 27.271 1.979 7,8
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna 3.829 4.137 308 8,0
Byggivinna o.o. tilvirking 4.218 4.211 -7 -0,2
Privatar tænastuvinnur 7.523 8.722 1.199 15,9
Almenn o.o. tænasta 9.722 10.201 479 4,9
Kelda:
Hagstova Føroya

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder