Vinna

34.498 ferðafólk um flogvøllin í juli

...

2013-08-23 17:57 Author image
placeholder

 Ferðafólkastreymurin um Vága Floghavn økist alsamt.

Í juli í ár ferðaðust 34.498 ferðafólk um floghavnina, í juli í fjør var talið 33.169, tað er ein øking uppá 1.329 ferðafólk, sum svarar til 4% - økingin frá juli 2011 til juli 2012 var 12,9%.

Higartil í ár hava 138.435 ferðafólk ferðast um floghavnina, somu tíð í fjør høvdu 130.168 fólk ferðast um Vága Floghavn, tað er ein øking uppá 8.267 fólk, sum svarar til 6,4% - økingin sama tíðarskeið frá 2011 til 2012 var 6,8%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder