JN

Alment mótmæli móti uppsetan av 5G farneti í Føroyum

....

2019-02-26 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg skal hervið, sum høvuðsumboð fyri føroyingar ímóti 5G, handa røttu viðkomandi, t.e. Føroya Løgtingi, Føroya løgmanni, Akseli V. Johannesen, Føroya Tele (Jónu Olsen) Hey (Rúnar Reistrup) Landstýriskvinnuni í Heilsu- og Innlendismálaráðum, Sirið Stenberg, og Fólkaheilsuráðnum (Magna Mohr) hesa undirskriftainnsavning, sum er stovnað til tess at mótmæla og forða uppsetan av 5G farneti í Føroyum.

Saman við teimum 1062 undirskriftunum er viðheft ein lýsing av undirskriftainnsavningini og ein almenn áheitan til omanfyrinevndu.

Vegna undirskrivararnar

við blíðum og fólkaræðisligum kvøðum

Torgunn á Løgmansbø í samstarv við Erbylgjufelagið


Tíðin er komin at verja okkum og okkara børn ímóti óneyðuga nógvari og vandamiklari stráling! 

Vit liva í eini tíð, har heimurin verður alt meira elektroniskur. Alt skal ganga skjótt og vera so ómakaleyst sum gjørligt. Men hvørjar eru langtíðar-fylgjurnar av okkara elektroniska livihátt og hvørjar vera avleiðingarnar í framtíðini? 

Flestu granskarar eru á einum máli um, at elektromagnetisk stráling er heilsuskaðilig í ov stórum mongdum. Tí føla vit okkum noydd at rópa varskó, nú Føroyar eftir ætlan skal gerast royndarland fyri háeffektiva 5G netinum í januar 2019!

 5G netið hevur nevniliga ein BETÝĐILIGT hægri frekvens enn okkara nùverandi 4G og tað merkir, at tað eisini sendur so nógv, nógv fleiri og sterkari strálur inn í kroppin á tær og tínum børnum. Hesin frekvensur, sum er tann sami sum verður nýttur í mikroovnum, er testaður á mýs, sum vanligt er, og kanningar vísa eina ørgrynnu av hjárinum, so sum heilasvulstar, hú??gener, hyperaktivitet, forkølilsi, nýrasvigt, hjartatrupulleikar v.m. (kelda) 

Vit mugu steðga við at vera so góðtrúgvin og passiv og fólkalig, sum vit føroyingar tíverri ofta eru, og spyrja okkum sjálvi, um hetta veruliga er nakað vit ynskja og/ella hava tørv á? Í stuttum so snýr tað seg um, at vit seta okkara heilsu og okkara framtíð í fremstu røð, og ikki lata okkara framtíð í ótryggu hendurnar á onkrum internet-risa í Kina, sum ikki hevur okkara heilsu men løtuvinning í huga. 

Hvat er í roynd og veru galið við tí núverandi 4G netinum? Tað er ikki so langt síðani at 4G netið kom til Føroya, hví skulu vit til at útbyggja netið aftur longu nú? Riggar 4G ikki nóg væl ella plaga vit ikki at fáa samband tá vit ringja uttanlands? Skilvísi má vera í, tá stórar ætlanir sum ávirka alt fólkið í einum landi skulu fremjast, og heilsan má altíð koma fram um kapital. Hevur Føroya Tele yvirhøvur kannað um føroyingar ynskja eitt nýggjari, skjótari net, ella um vit eru nøgd við tað sum er? Hevur Føroya Tele spurt fólkið um tað er áhugað í at vera 'royndarkanin'? NEI, tað hava tey ikki, og tískil kunnu vit ikki sita passivt og hyggja at, meðan vit vera tikin av ræði og okkara heilsa verður sett í vanda. Tað er nevniliga eingin "retur-politikkur" - tá strálurnar rakar høvdið hjá okkum øllum, er ska??in hendur, og tá er ov seint at angra. 

Ein annar vansi, sum nógv hava funnist at, er, at við 5G netinum verður ta?? eisini BETÝĐILIGT lættari at hakka seg inn á tínar dataupplýsingar- "aflytning og overvågning" ver??ur barnamatur, og ta?? er ongastaðnis tù kanst krógva teg ella títt barn ella ófødda barn fyri strálunum. 

Stjórin í Føroya Tele vil, at FO skal ver??a undangonguland, tá ta?? snýr seg um besta og fyrsta 5G netverk. 

Skuldi vit føroyingar ikki heldur vera teir fyrstu í ver??ini, ið fingu ste??gað 5G í at gera ska??a á okkara børn? 

Keldur: 

http://forskning.dk/5g-straaling-paavirker-hud-og-svedkirtler/ https://www.facebook.com/groups/erbylgjufelagid/ 

https://www.ft.fo/nu-faa-foroyingar-5g/ http://

www.ehsf.dk/om-straaling.htm Erbylgjufelagið


Sandavágur, 22.februar 2019 

Til Føroya Løgting, Sirið Stenberg, Føroya Tele, Hey og Fólkaheilsuráðið: 

Vit ??? undirskrivarar av hesum mótmæli ??? mæla staðiliga til, at uppsetanin av 5G (fimta generatión) farnetinum verður steðgað. 5G fer at økja ógvisliga um radiofrekventu (RF) geislingina, aftur at henni, sum longu kemur frá 2G, 3G og 4G netverkunum frá fartelefon-veitarunum í Føroyum. RF-stráling er vorðin prógvað at vera skaðilig fyri fólk og umhvørvið. Uppsetanin av 5G er í sær sjálvum eitt eksperiment við fólkaheilsuni og umhvørvinum, og tað er definerað sum eitt brotsverk í altjóða lóg. 

Føroyar eru bygdar á fólkaræðisligt grundarlag, og tí er tað av stórum týdningi, at borgararnir í landinum verða tiknir upp á ráð og hava ávirkan, tá stórar landsumfatandi avgerðir skulu takast. Hetta mótmælið varð stovnað fyri 2 mánaðum síðani, og í hesi ódrúgvu tíð, t.e. frá 22. desember 2018 til 22. februar 2019, eru alsamt fleiri føroyingar fylktir saman at mótmæla 5G farnetinum. Til dags dato hava ikki færri enn 1046 føroyingar skrivað undir tað almenna føroyska mótmælið/undirskriftainnsavningina, og talið er framvegis støðugt vaksandi. 1046 - talið vitnar um, at tað eru sera mong, sum ikki vilja hava 5G net til Føroyar. Eisini eru tað mong, sum eru sera stúrin um og ónøgd við, at umstríddi telecom-risin Huawei er høvuðsveitarin hjá Føroya Tele. Alt hetta halda vit, at Føroya Løgting og Føroya Tele eiga at virða og taka hædd fyri, tí fremsta endamálið hjá báðum pørtum jú er at tæna borgaranum og altíð at seta trygd og heilsu í hásæti. Hey eigur sjálvsagt eisini at steðga øllum framtíðarætlanum um uppsetan av 5G farneti í Føroyum. 

Føroyar eru ikki tað einasta landið, sum í hesi tíð upplivir, at fólkið rópar varskó. Í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og mongum øðrum londum eru líknandi mótmæli sett í verk, eins og tað kring allan heimin eru nógvir óheftir granskarar, vísindafólk, læknar, politikarar, umhvørvisfelagsskapir og onnur í høgum embætum, sum annaðhvørt staðiliga mæla frá uppsetan av 5G farnetum vegna heilsuvandar og umhvørvisdálking ella heita á ríkisstjórnirnar um at fara hóvliga fram og bíða við at seta 5G í verk, til neyðugu trygdarkanningarnar eru gjørdar, og tað er prógvað at eingin langtíðarvandi/skaði stendst av 5G farneti. 

Høvuðsmálið við hesari undirskriftainnsavning er, sum yvirskriftin eisini sigur, at vísa Føroya Løgtingi og føroyskum farhalds-veitarum, t.e. Føroya Tele og Hey, at vit føroyingar ikki vilja hava 5G farnetið at koma til Føroya. Við at vísa á, hvussu mong vit eru, bara eftir 2 mánaðum, vóna og vænta vit, at málið verður tikið í størsta álvara og viðgjørt av nýggjum við ynskinum og heilsuni hjá borgarunum í hesum landi fremst í huga. Frælsi at velja til og velja frá er nevniliga ein grundleggjandi rættur í einum fólkaræðisligum samfelag, eisini tá tað kemur til tráðleyst internet, men við 5G farnetinum verður hetta frælsið tikið frá okkum øllum, smáum sum stórum. Tí vilja vit biðja tykkum um at umhugsa framtíðina hjá føroyingum, áðrenn tað er ov seint. 

Harnæst so eru vit - Føroyar - partur av einari størri heild og hava eina tess størri ábyrgd. Tí leggja vit okkum upp at og stuðla altjóða mótmælinum, ???International appeal - Stop 5G on Earth and in space???, sum er ein verkætlan, stovnað av granskarum, sett í verk at forða fyri 5G kring allan heimin og í rúmdini vegna álvarsamar globalar og møguliga vanlukkuligar fylgjur fyri fólk og fæ sum avleiðing av ógvisligari eksponering av elektromagnetiskari geisling uttan íhald og uttan samtykki og uttan sokallaðar ???RF radiation free zones???. Ein slíkan heim, einar slíkar Føroyar, vilja vit snøgt sagt ikki hava. 

Við blíðum og fólkaræðisligum kvøðum 

vegna teir 1046 undirskrivararnar av hesum mótmæli stovnari Torgunn á Løgmansbø í samstarvi við Erbylgjufelagið 

Leinkjur: http://www.erbylgjufelagid.fo/ https://www.5gspaceappeal.org/the-appeal https://bioinitiative.org/rf-color-charts/?fbclid=IwAR1Wxn0E1XNIBEoiUD_1p Fp045yf_bNbjpUfh-kykar5ouWhVwsSxQQU7MA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder