Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingsmaður
Munnligur
fyrispurningur
til
Sirið
Stenberg, landsstýrismann
viðvíkjandi
grønari fiskiflota
1.
Arbeiðir landsstýrið við nakrar ítøkiligari ætlan
um, hvussu vit kunnu fáa ein grønari fiskiflota?
2.
Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar
um, hvørja ávirkan uppboðssølan og vaksandi tilfeingisgjøldini hava á CO2
útlátið í fiskiflotanum?
3.
Um 4 gomul skip vórðu skift um við 4 nýggj skip,
hvussu nógv hevði CO2 útlátið lækkað?
Viðmerkingar:
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri
42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum. Sostatt er neyðugt, um vit skulu røkka
málinum fyri einum grønari Føroyum, at fiskiflotin verður skiftur út við
grønari og umhvørvisvinarligari skip. Tað er tó lítið, ið bendir á, at
landsstýrið ætlar at gera nakað við málið. Hetta sæst m.a. aftur í lógini um
sjófeingi, har samgongan hevur samtykt bæði uppboðssølu og menningarkvotur,
fyri ikki at tala um ætlanirnar at hækka tilfeingisgjøldini, og vaksandi óvissuna
um fiskiloyvini. Reiðaríini hava ikki møguleikan at gera íløgur í nýggj skip
orsakað av fiskivinnunýskipanini. Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøld
og ein grønan fiskiflota. Tað letur seg ikki gera. Tí má samgongan velja. Vil
hon hava pengar í landskassan, ella raðfestir hon umhvørvið.
Á Løgtingi 13. februar 2019
Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald