 
 Badminton-og hugnadagur í ítróttarhøllini á Sandi
Leygardagin5. apríl skipar Badmintonsamband Føroya fyri einum degi fyri allar sandoyingar.
Denturverður lagdur á at læra grundleggjandi reglar og at upplýsa um badminton og at skapaáhuga fyri hesi spennandi og gevandi ítróttargrein í oynni.
Umframtbadminton verður dagurin merktur av hugna og spæli fyri alla familjuna, hareisini kappast verður í ymsum øðrum stuttligum spølum.  
Tað er eingin treyt, at luttakararnirduga badminton, heldurikki er nakað aldursmark ??? so øll kunnu luttaka. 
Byrjaðverður kl. 10:30 við morgunmati. Sjálvt tiltakið er liðugt uml. 
kl. 15:00. Tákoma badmintonvenjarin og konan, sum eru úr India,  at borðreiða við indiskari buffet.
Endamáliðer at fáa áhugan fyri badminton, og tí ynskja vit at foreldur/vaksin eisinikoma við til dagin, og við hesum vóna vit at fáa sandoyingar at íðka hesavetrarítrótt, nú nýggj og snotilig ítróttarhøll er komin. 
Kostnaður:
Luttøkanfyri dagin er ókeypis, men ynskjatit at verða við til spennandi og forvitnisligu indiska sjálvtøkuborðið, erkostnaðurin kr. 100 fyri hvønn. 
Tekninghjá: 
MichaelGram    tlf. 260010    e-mail        [email protected]          
        Sjúrður Poulsen tlf. 548420           e-mail       [email protected]
Tekningarfreistiner: 1. apríl 2014   (avmarkað luttøka)


 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald