Munnligur fyrispurningur
til
Henrik Old, landsstýrismann
viðvíkjandi bygdaleiðum
1. Hevur
landsstýrimaðurin ætlanir um at fáa broytt ferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tær
passa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum.
Viðmerkingar:
Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongur
har. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi hvønn morgun og hvønn seinnapart.
Áðrenn Glasir, var ferðaætlanin væl løgd í mun til skúlan, men so er ikki nú.
TD. fara ungdómar úr Vágum kl. 6.45 á morgni fyri
at møta á Glasi til skúlagongd, sum byrjar kl. 8.10. Tá koyra bygdaleiðir
framvið Glasi.
Seinnapartin hava næmingarnir frí kl. 15,25, men
bussurin fer kl. 15.15. Seinnapart koyrir bussurin ikki fram við Glasi, so tey
ungu mugu brúka býbussin fyri at koma til bygdaleiðir. Sostatt eru hesi ungu
ikki heima fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.30.
So fyri at vera undirvíst í 6 tímar, eru tey ungu
heimanfrá í nærum 11 tímar. Tað burdi borið til at lagt ferðaætlanina hjá
bygdaleiðum um, so hon passaði betur til skúlagongdina. Hetta hevði ikki kosta
eitt oyra eyka.
Tí verður hesin spurningur settur.
17.
september 2018
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald