Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum var áløgd kommununum 1. januar 2015, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár eftir, at lógirnar vóru settar í gildi. Tað vil siga í 2020. Metast skal m.a. um, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, og um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið.
Arbeiðið við nýggjari vælferðarlóg reisti eisini fleiri
spurningar m.a. um avleiddan tørv á at
gera broytingar í eldralógini.
Sambært lóg um
heimatænastu og eldrarøkt er beinleiðis ásett, at lóggávan skal endurskoðast
í 2020. Og í serligu
viðmerkingunum til hesa áseting stendur, at endurskoðanin skal fara fram í
samstarvi við Kommunufelagið. Tí eiga broytingar í eldralógini fyrst og fremst at verða
gjørdar í framhaldi av eini endurskoðan, har fakligi førleikin, innlitið og
áhugamálini í kommununum eisini eru umboðað, og ikki sum einvís stig frá landsstýrinum.
Tí havi eg sett landsstýriskvinnuni við
almannamálum ein fyrispurning um hetta. Eg vil hava landsstýriskvinnuna at
greiða frá, nær hon ætlar at seta gongd á arbeiðið við at endurskoða eldraøkið.
Og eisini vil eg hava at vita, hvussu hon ætlar at leggja arbeiðið til rættis, soleiðis
at endurskoðanin á ein skipaðan hátt greinar og lýsir allar viðkomandi tættir,
grundað á tær royndir, sum eru gjørdar síðani kommunurnar yvirtóku ábyrgdina av
økinum.
Heðin Mortensen,
Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald