Ítróttur

Eli úttikin til U21 landsliðið

...

2013-08-02 19:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur skrivar:

Eli Falkvard Nielsen er ímillum leikararnar, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið til føroyska U21-hópin til EM-undankappingardystin móti Írlandi, sum verður á Svangaskarði mikukvøldið 14. august.

Sonni Ragnar Nattestad, ið flutti úr 07 Vestur til FC Midtjylland í fjør, er eisini úttikin.

Føroysku U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið 18 leikarar til EM-undankappingardystin móti Írlandi, sum verður á Svangaskarði mikukvøldið 14. august, kl. 19:00.

Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Hallgrím G. Hansen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Bárður Hansen, Víkingur
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ Runavík
Pál Mohr Joensen, HB Tórshavn
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík

Miðvallarar:
Beinir Ellefsen, AB Argir
Bogi R. Petersen, ÍF Fuglafjørður
Rógvi Joensen, TB Tvøroyri
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur

Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Ari ??. Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Poul Ingason, TB Tvøroyri

Dysturin verður sum áður nevnt mikukvøldið 14. august, kl. 19.00, og til ta tíð verða møguliga tveir leikarar afturat úttiknir til føroyska U21-landsliðshópin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder