Vinna

Finnur Fríði kemur á Kollafjørð við 1.500 tonsum

...

2013-08-08 05:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði fór í kvøld at sigla inn við 1.500 tonsum av makreli. Finnur Fríði hevur roynt í ein útnyðring úr Føroyum, nær markinum við Ísland, har royna tey flestu føroysku skipini og hinumegin markið eru íslendsk skip. 

Vit tosaðu við Finn Fríða fyri løtu síðan, teir siga, at tað er góður makrelur, sum nú verður fiskaður og veðrið er av tí fagrasta.

Finnur Fríði fer á Kollafjørð, har teir landa til Faroe Pelagic. Teir verða á Kollafirði millum 8-9 í morgin og sleppa framat beinanvegin. Í løtuni landar Saksaberg, men tað verður liðugt, tá ið Finnur Fríði kemur inn.

Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava landað í Ánunum loystu fyrr í kvøld, teir hava sett kós í ein útnyðring.

Eisini Vesturleiki og Sjagaklettur eru farnir á makrelveiðu, Sjagaklettur fór gjøgnum Skopunarfjørð fyri løtu síðan og Vesturleiki loysti av Sørvági.

Sjagaklettur hevur verið á beding, fyri at kannað skipið - eftir at systurskipið Gullberg sakk so brádliga í farnu viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder