JN

Fólkatalið í Vága Sýslu økt við 4,88% síðan mai 2005

...

2013-08-20 04:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Frá seinast í mai 2005 til seinast í mai 2013 er fólkatalið í Føroyum bert økt við 19 fólkum. Í 2005 búðu 48.327 fólk í Føroyum og seinast í mai 2013 búðu 48.346 fólk í Føroyum, tað er ein øking uppá 0,04%
Um vit býta Føroyar upp í sýslur, so eru tað bara Vága Sýsla og Streymoyar Sýsla, sum hava fólkavøkstur í nevnda tíðarskeiði. Í Vága Sýslu er framgongdin 143 fólk, sum svarar til 4,88% og í Streymoyar Sýslu er framgongdin 614 fólk, sum svarar til 2,77%.

Norðoyar Sýsla ein afturgongd við 127 fólkum, sum svarar til 2,12%
Eysturoyar Sýsla ein afturgongd við 112 fólkum, sum svarar til 1,04%
Streymoyar Sýsla ein framgongd við 614 fólkum, sum svarar til 2,77%
Vága Sýsla ein framgongd við 143 fólkum, sum svarar til 4,88%
Sandoyar Sýsla ein afturgongd við 196 fólkum, sum svarar til 13,33%
Suðuroyar Sýsla ein afturgongd við 303 fólkum, sum svarar til 6,06%

Meðal fyri Føroyar ein framgongd við 19 fólkum, sum svarar til 0,04%

Í Hoyvík síggja vit størstu framgongdina, har er fólkatalið økt við 785 fólkum, sum svarar til 26,16%, í Hoyvík búðu í mai 2013 - 3.786 fólk.
Sandavágur hevur eisini stóra framgongd, í Sandavági búðu í mai 856 fólk, tað er ein øking við 102 fólkum frá mai 2005, økingin svarar til 13,53%.

Sí myndirnar niðanfyri, sum vísa fólkatalið skift á oyggjar og skift á sýslur.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder