Løgtingsmál nr.
XX/2016. Uppskot til samtyktar um at
ansingargjald skal fylgja barninum
Uppskot
til
samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot,
sum gevur kommunum heimild at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin kostar
fyri kommununa, so foreldur sjálvi fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn.
Viðmerkingar
Barnaansing er í dag ein tænasta, sum allar kommunur bjóða sínum borgarum.
Ein góð tænasta, tó ikki fyri øll. Tænastan er ikki gjørd til tey við ???skeivum???
arbeiðstíðum, tvs. arbeiði, sum ikki bara er gerandisdagar millum kl. 7 og 17.
Tænastan er ikki nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á td. døgnstovnum. Nevnast
kunnu sjúkrahús, røktarheim og onnur heim. Sama ger seg galdandi á
fiskavirkjum, har fólk arbeiða tveyskiftisvakt, har onnur hvør vika er
kvøldarbeiði.
Tíðin er komin at gera frælsi størri, og harvið tænastuna fyri øll. Tað
kann gerast við at lata peningin fylgja barninum.
Tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommunum. Men fyri
tær allar flestu, er kostnaðurin millum 60.000 og 80.000 kr um árið fyri hvørt
barni. Í meðal rinda kommurnar uml. 70.000 kr um árið fyri hvørt barni.
Harumframt er foreldragjald. Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, men
foreldur rinda uml. 20.000 kr um árið fyri hvørt barni í foreldragjaldi.
Tað merkir, at um foreldrini kundu ráða yvir peninginum, so høvdu tey uml.
90.000 kr um árið fyri hvørt barni.
Um foreldur fingu hesar 90.000 kr at ráða yvir fyri hvørt barni, kundu tey
valt at keypt tænastuna frá kommunalu barnaansingini.
Eisini kundu námsfrøðingar og onnur stovnað privatar ansingarstovnar, og
bjóða foreldrum ansingartænastu. Arbeiðspláss kundu bjóða ansing, har foreldur
vóru saman við børnunum í steðgum. Au-pair kundi eisini verið ein møguleiki.
Annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst um
ansing. Við 90.000 kr um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugast, at summi
foreldur kundu havt fíggjarligan møguleika at ansa sínum børnum heima.
Uppskotið leggur upp til, at kommunur fáa heimild at rinda
ansingarkostnaðin til foreldur og geva teimum frælsi at velja ansing fyri
sítt/síni børn. Um møguleikin verður har, er lítið at ivast í, at kommunur fara
at brúka møguleikin og fáa nøgdar barnafamiljur at búseta seg í júst síni
kommunu. Eisini hevði tænastan tá verið fyri øll, eisini tey, sum arbeiða
???skeivar??? arbeiðstíðir.
Á
Løgtingið, 7. mars 2017
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald