2021-05-04 09:15
![]() |
| f.v. Hallur Hansen, fráfarandi formaður. Brandur í Dali, formaður. Elspa Petersen, fráfarandi næstforkvinna. |
Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg. Aðalfundurin valdi Brand í Dali sum nýggjan formann. Elspa Petersen sum hevur verið næstforkvinna takkaði eisini fyri seg.
Á fundi í gjár skipaði nýggja nevndin seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, Næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Mortan Hansen, Barbara Chaparro og Tummas P. av Reyni. Tiltakslimir eru Dina Splidt og Alberg Lútzen. Sum kassameistara valdi nevndin Bjørn Patursson.
| f.v. Alberg Lútzen, Mortan Hansen, Barbara Chaparro, Brandur í Dali, Osvald S. Johansson og Tummas P. av Reyni. |

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald