Ítróttur

Føroyar gjørdust nr. 7 á Oyggjaleikunum 2013

...

2013-07-20 16:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 So vóru Oyggjaleikirnir lidnir fyri hesa ferð. Vit í Tryggingarfelagnum Føroyum eru sera fegin um at hava verið høvuðsstuðul hjá ÍSF til Oyggjaleikirnar 2013 á Bermuda. Vit eru errin av okkara luttakarum, sum vunnu heili 36 heiðursmerki, 10 gull, 12 silvur og 14 bronsu. Føroyar vórðu nummar 7 í samlaða heiðursmerkjabýtinum á Oyggjaleikunum 2013, til lukku.


Takk fyri øll til, sum hava fylgt við okkara myndafrásagnum og øll, sum hava stuðlað okkara íðkarum og okkara tjóð á Oyggjaleikunum á Bermuda. Í kvøld kl. 21 Bermuda tíð, sum er kl. 01 í nátt føroyska tíð, flúgva vit so heimaftur. Vit takka fyri hesaferð og ynskja øllum eina góða og trygga ferið heim, tað skriva Oda Andreassen á Tryggingarfelag Føroya (Facebook) - Vit á jn.fo takka eisini Odu fyri ein sera góða uppfylging og kunnan av Oyggjaleikunum 2013.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder