Mentan

Føroyska Bíbliufelagið vitjar á Argjum

....

2019-02-23 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sunnudagin 24. februar kl. 11 vitjar Føroyska Bíbliufelagið á guðstænastuni í Argja kirkju. Derhard Jógvansson hevur guðstænastuna og næstformaðurin í Føroyska Bìbliufelagnum Dánial á Dul Jacobsen fer at prædika. Eisini hevur Gunnar K Nattestad, aðalskrivari eina framløgu um Bíbliufelagið.

 Aftaná døgurða hevur stýrið hjá Bíbliufelagnum stýrisfund í kirkjuni. 

Føroyska Bíbliufelagið er ein felagskirkjuligur felagskapur og er tí javnan á vitjan hjá ymiskum kirkjum og samkomum. Seinastu ferðirnar hevur verið vitja í katólsku kirkjuni og Adventistakirkjuni, og næstu ferðirnar verður vitja á møti hjá Frelsunarherinum 31. mars og til felagsguðstænastu í ítróttarhøllini á Sandoy Kristihimmalsferðardag 30. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder