Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðini verða á hesum støðum:
| Tórshavn | 17. februar 2015 | kl. 19:00 | í Eysturskúlanum |
| Klaksvík | 23. februar 2015 | kl. 19:00 | í ??saskúlanum |
| Vágoy | 25. februar 2015 | kl. 19:00 | í Sørvágs skúla |
| Runavík | 2. mars 2015 | kl. 19:00 | í Løkshøll |
| Suðuroy | 4. og 23. mars 2015 | kl. 19:00 | í Miðnámsskúlanum í Grønudali |
| Sundalagnum | 9. mars 2015 | kl. 19:00 | í Felagsskúlanum á Oyrarbakka |
| Sandoy | 11. mars 2015 | kl. 19:00 | í Sands skúla |
| Vestmanna | 16. mars 2015 | kl. 19:00 | í Vestmanna skúla |
Ikki er neyðugt við tilmelding.
Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:
Grindaskeið
§ 18 Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald