Vinna

Havsbrún fær nógv mest sild

...

2013-08-09 18:40 Author image
placeholder

 Havsbrún fær nógv meira sild og makrel enn hini bæði uppsjóvarvirkini í landinum.

Sambært einum yvirliti, sum ??tvarpið hevur fingið frá Vørn, hevur Havsbrún fingið 26.400 tons higartil í ár, Faroe Pelagic hevur fingið 18.000 tons og Varðin Pelagic 15.000 tons av norðhavssild og makreli.

Harafturat hevur Vestmanna Seafood keypt 220 tons.

Tey fýra móttøkuskipini hava tikið ímóti 10.600 tonsum. Og átta skip, sum frysta fiskin umborð, hava fiskað 23.200 tons.

Talan er um fráboðaðar nøgdir til 7.august. Sambært tí eru fiskað 57.000 tons av makreli og knappliga 36.000 tons av norðhavssild higartil í ár, tað skrivar kringvarp.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder