Munnligur fyrispurningur
til
Høgna Hoydal, landsstýrismann
viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum
1.
Hevur
landsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu
av fiskirættinum
2.
Um, ja, ætlar landsstýrismaðurin
er gera tað umsitingarligt ella kemur landsstýrismaðurin í Løgtingið við
uppskoti um lógarbroyting?
Viðmerkingar:
Landsstýrimaðurin í Fiskivinnumálum hevur í
miðlunum boða frá, at hann ikki var nøgdur við seinastu uppboðssølurnar av
fiskirættinum. Hann gjørdist kløkkur av, at tey sterku reiðaríðini høvdu hægsta
boð og keyptu fiskirættindini á uppboðssøluni. Í miðlunum, hevur Høgni Hoydal
róð framundir, at ávís reiðaríðir skulu útilokast frá uppboðssølu av fiskirættindum.
Hvussu ein møgulig politisk útreinsan skal gerðast,
er tó ikki greitt. Tí verður spurt, hvørjar ætlaninir landsstýrismaðurin hevur,
hesum viðvíkjandi.
17.
september 2018
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald