2015-03-11 22:02

- Eg havi alla mína tíð gingið í kirkju!
Soleiðis sigur kendi tónleikarin og yrkjarin, Holgar Jacobsen úr Sørvági, tá spurningurin kemur inn á viðurskifti hansara við kirkjuna.
Hóast sítt virkna tónleikalív, bæði sum einstaklingur, í duett ella í bólki, hevur hann ongantíð sett kirkjuna til viks ??? bæði tá tað gekk við, og tá tað gekk ímóti.
- Eg minnist, tá mamma fór leiðandi við mær sum smádrongur inn í kirkjuna. Eg sat kanska ikki altíð so stillur, men eg kendi longu tá, at har var okkurt sum bant meg saman við kirkjuna.
- Og mær dámdi at vera har. Ja, sunnudagurin manglaði okkurt, um eg ikki hevði verið í kirkju, greiðir hann frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald