JN

JN.fo fær ongan miðlastuðul - Miðlastuðul latin seks miðlum

....

2021-12-18 21:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2021. Niðurstøðan er, at seks føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.

Sjey umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er ein umsøkjari færri enn í fjør. Teir seks miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 182.941,76 kr. upp í 606.478,77 kr. í stuðli í ár.

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2021 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2020:

Sosialurin kr. 606.478,77

Portal.fo kr. 365.616,23

Dimmalætting kr. 349.370,30

Norðlýsið kr. 269.107,19

FM1 kr. 226.485,76

VP.fo kr. 182.941,76

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum seks miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, minkaðar úr umleið 21,5 til 20,1 mió. kr.

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum sjey umsóknunum fylgt leistinum frá seinastu fýra árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.

Miðlastuðul 2017 til 2021
2017 2018 2019 2020 2021
Sosialurin 824.365,00 kr. 768.462,00 kr. 691.727,00 kr. 678.103,00 kr. 606.478,00 kr.
Dimmalætting 294.902,00 kr. 230.499,00 kr. 281.348,00 kr. 276.958,00 kr. 349.370,00 kr.
Norðlýsið 193.854,00 kr. 195.625,00 kr. 192.873,00 kr. 231.843,00 kr. 269.107,00 kr.
Portal.fo 192.898,00 kr. 190.338,00 kr. 213.751,00 kr. 237.741,00 kr. 365.616,00 kr.
Rás2/FM1 186.168,00 kr. 199.263,00 kr. 195.184,00 kr. 207.911,00 kr. 226.485,00 kr.
Vp.fo 152.514,00 kr. 172.565,00 kr. 159.560,00 kr. 175.373,00 kr. 182.941,00 kr.
R7 Kringvarp 136.138,00 kr. 195.025,00 kr. 185.589,00 kr. 192.068,00 kr. - kr.
JN.fo 19.160,00 kr. 48.220,00 kr. 79.964,00 kr. - kr. - kr.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder