Í samband við fíggjarlógina 2021, ið varð gjørd seinasta ár, vórðu 1,5 mió. kr. settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum eftir ynski frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin. Kanningin er liðug og vísir á, at eingin ivi er um, at besta loysnin er at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. ??ll kanningin kann lesast her.
Samráðingarnar við donsku
stjórnina fyri eina fleirársavtalu til kriminalforsorgina eru byrjaðar, og viðurskiftini
hjá kriminalforsorgini í Føroyum eru als ikki nøktandi. Hetta er nú greitt fyri
allar partar, eftir at kanningin um viðurskiftini, sum danska løgmálaráðið gjørdi
saman við føroyskum embætisfólki, varð liðug fyrr í ár.
Tá Edmund Joensen fór til
fíggjarlógarsamráðingar í 2020 var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at
fyrireika arbeiðið til at gera bøtingar av kriminalforsorgini í Føroyum. Hann
for tí til samráðingarnar við ynskinum um 1,5 mió til hesa kanningina, soleiðis
at umstøðurnar kundu greinast, og rætta loysnin kundi finnast.
Hóast smærri ábøtur eru
gjørdar í fongslinum í Mjørkadali gjøgnum árini, er tað ikki nóg mikið, og har
eru enn nógv viðurskifti, ið mugu fáast í rættlag. Ein tann størsta avbjóðingin
hjá føroysku kriminalforsorgini er staðsetingin av fongslinum í Mjørkadali, har
avmarkaða vegasambandið til fongslið og serliga
harðføra veðurlagið hevur stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki og
fongslaðum og eisini fyri rættindunum hjá teimum fongslaðu til útgongu o.líkn.
Tískil er eitt nýtt fongsul á eini nýggjari, høgligari staðseting besta
loysnin.
Hetta staðfestir kanningin
eisini.
- Eg gleðist um, at kanningin
av umstøðunum hjá kriminalforsorgini nú er liðug, og ikki minst, at kanningin
vísir púra greitt, hvør besta loysnin er fyri kriminalforsorgina í Føroyum. Sum
fólkatingsumboð er tað okkara uppgáva at vera við til at finna útav, hvør besta
loysnin er, men tað er ábyrgdin hjá ráðharranum at finna útav, hvussu
trupulleikin best verður loystur. Eftir mínum tykki er tó eingin ivi um, at
eitt nýtt fongsul skal til, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Um kanningina
Kanningin um viðurskiftini hjá
kriminalforsorgini í Føroyum er býtt upp í tríggjar partar.
Fyrsti kanningarpartur hevur
til endamáls at geva eitt faktuelt grundarlag fyri leggingarprosentinum í
arrestini í Mjørkadali. Tað vil siga upplýsingar um longd á dómum,
høvuðsbrotsverk, aldur og kyn og eisini um føroyingar við bústaði í Føroyum,
sum sita dóm í Danmark, ella sum eru fluttir til Danmarkar í samband við
varðhaldsfongsling.
Annar kanningarpartur
greiðir frá teimum núverðandi avbjóðingum, ið eru fyri føroyingar, ið sita
treytaleysan dóm í Føroyum, og eisini verða umstøðurnar í arrestini í
Mjørkadali greinaðar.
Tað eru úrslitini av
hesum kanningarparti, ið eru útgangsstøðið fyri kanningarparti trý, ið vísir á
møguligar loysnir upp á tær avbjóðingar, ið í dag eru í kriminalforsorgini.
Her verður víst á fýra
ymisk modell.
Modell A er tann einasta loysnin ið loysir allar avbjóðingar og verður kallað ???Etablering
af ny institution???. Hetta inniber at byggja eitt heilt nýtt fongsul á eini
nýggjari staðseting. Modell A er tann dýrasta loysnin, og verður mett at kosta 233
mió. kr., men er samstundis tann einasta loysnin, ið loysir allar núverðandi trupulleikar
hjá Kriminalforsorgini ??? ikki minst tann størsta trupulleikan, sum er
staðsetingin í Mjørkadali.
Modell B verður kallað ???Ombygning og ibrugtagning af hele bygningen i Mjørkadali???
og inniber, sum heitið vísir á, at taka allan bygningin í nýtslu. Hesin møguleikin
loysir plásstrupulleikan í Mjørkadali, men sjálvsagt ikki staðsetingina og
verður mett at kosta eitt stað millum 56 og 131 mió. kr.
Modell C, ???Ombygning og ibrugtagning af det øverste plan i bygningen???, inniber, at
ovasta hæddin í Mjørkadali verður tikin í nýtslu. Sostatt verður kapasiteturin
á fongslinum størri, men nógv annað væntar enn í, fyri at umstøðurnar skulu
verða nøktandi. Hendan loysnin er mett at kosta 35 mió. kr.
Modell D, ???Ibrugtagning af yderligere et rum (garagen)???, hevur einans til endamáls
at styrkja um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum fongslaðu, av tí at meira pláss
verður til tess og fongslið kann taka aðrar arbeiðsuppgávur inn. Hendan loysnin
er mett at kosta 1 mió. kr.
Afturat teimum ymsu
modellunum eru nøkur fylgiskjøl gjørd til kanningina, m.a. eitt um veðurlagið í
Mjørkadali.
??ll kanningin kann lesast
við at trýsta á leinkjunar niðanfyri.
Edmund Joensen,
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin
Samlaða analysan:
F??U Alm.del - Bilag 5: Delanalyse 1-3 (inkl. bilag) af Kriminalforsorgen på Færøerne (002) (ft.dk)
Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum:
F??U Alm.del - Bilag 5: Afrapportering fra færøsk-dansk arbejdsgruppe (ft.dk)
Fylgiskjøl;
F??U Alm.del - Bilag 5: Bilag 1-5 til afrapportering (ft.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald