Kári P. Højgaard,
Løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir
Tingskipanini §52a
Fyrispurningur um
lógligar/ólógligar veiðiloylvisflytingar 2016/2017, settur landsstýris-manninum
í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1.
Viðvíkjandi Helenu/Slættasberg
·
Metir landsstýrismaðurin at
veiðiloyviosflytingarnar av Helenu KG 182 XPSD (línuskip) yvir á Slættaberg KG
652 OW2333 (uppisjóvarskip) í 2016 og 2017 vóru lógligar/ ólógligar?
·
Um svarið er ólógligar, hvørjar eru so
ítøkiligu grundgevingarnar?
2. Viðvíkjandi
Ran/Phoenix og fleiri
·
Metir landsstýrismaðurin at
veiðiloyvisflytingarnar av RAN, TN 1460 ??? XPKY í sept/ oktober eru
lógligar/ólógligar?
·
Um svarið er lógligar, hvørjar eru so
ítøkiligu grundgevingarnar?
Viðmerkingar:
Í
niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni (LUM-23- 14/00045, s. 32) verður víst
til trý ymisk viðurskifti. Hesi eru, at:
1.
???talan
er um tvey ymisk skipasløg, sum ikki kunnu samanlíknast, hvørki orkuliga ella
hvat viðvíkur fiskireiðskapinum. (...) ???2.
2. ???Eg eri ikki samd við Fiskimálaráðnum í,
at fiskiorkan ikki økist, tá veiðiloyvi hjá línuskipi var flutt til eitt
ídnaðarskip???
3.
???Sambært
viðmerkingunum til ásetingina (§ 8) var ætlanin eftir mínum tykki greið, at
møguligt skuldi vera at endurnýggja fiskiflotan (.....) Eins og eg meti, at
flytingin av veiðiloyvum ikki var í tráð við endamálið í hesi áseting???
Tað
framgongur ikki, um einstøku viðurskiftini hvør sær gera flytingarnar ólógligar
ella hvat av viðurskiftunum, sum LUM vísir til, vigar tyngst, ella um talan er
um eina samlaða metan hjá LUM. Landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt greitt, hvat
ítøkiliga í niðurstøðuni hjá LUM hann er samdur í. Um tað er tí:
1.
at
talan er um tvey ymisk skipasløg, sum ikki kunnu samanlíknast, hvørki orkuliga
ella hvat viðvíkur fiskireiðskapum.
2. at fiskiorkan økist, ella
3.
at
talan er um skeiva nýtslu av grein 8 (talan er ikki um endurnýggjan)
Eftirsum
tað ikki greitt framgongur av nøkrum av tí, sum landsstýrismaðurin higartil
hevur verið frammi við, verður hesin spurningur settur.
Á
Løgtingi, tann 13. juni 2017
Kári P. Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald