Býráðsmeirilutin
hevur slept endanum, tá tað snýr seg um at loysa stóra trupulleikan av vantandi
og skipaðum spillivatnsleiðingum. Men hvat nyttar tað við torgum og trappum, um
vit skulu liva við rámanum av mannatrekki?
Longu áðrenn kunngerðin um
spillivatnsætlan varð sett í gildi, hevði eg sum forkvinna í teknisku nevnd
árini 2005-12 ein harðan politiskan bardaga at fáa sett kloakkirnar á breddan.
Í mínum hugaheimi var tað ein sjálvfylgja at hetta varð gjørt, uttan at tað var
neyðugt at bíða eftir nøkrum lógarkravi, tí hetta snúði seg um so
grundleggjandi viðurskifti hjá okkum øllum.
Tað eydnaðist tá at fáa politiska
undirtøku fyri at fáa kloakkirnar inn í langtíðar íløguætlanina og hesi árini
vórðu einar 100 mió. kr. brúktar uppá kloakkir. Tá var Tórshavnar kommuna komin
longst á leið við at dagføra kloakkirnar sbrt. spillivatnsætlanini, men í dag
er hon tíverri darlað langt afturum hinar kommunurnar.
Tað vanta minst 100
milliónir afturat
Hesin sami eldhugi er ikki at síggja hjá
sitandi meiriluta og eru bert 5 mió. settar av á íløgujáttanini fyri 2017.
Støðulýsingin frá teknisku umsitingin vísir, at tørvur er á minst 100 mió. kr.
afturat, og fyri tað er ikki komið á mál, tí kloakkirnar skulu alla tíðina
røkjast. Eitt er at fáa skipaðar kloakkir har tær renna beinleiðis út í áirnar
ella oman í fjøruna. Harafturat eru eini 19 km. av gomlum betong kloakk rørum,
sum eru brotin og/ella leka og tí skulu skiftast. Vit kunnu ikki bjóða okkara
borgarum at liva í beinleiðis heilsuskaðiligum mannatrekki.
Kloakkir fyritreytin fyri
trivnaði
Týdningin av at fáa hetta í rættlag síggja
vit m.a. í Vágsbotni, har fólk í dag savnast sum ongantíð áður. Hvør hevði
unnað sær at sitið við einum kaffikoppi ella einari øl í tí deymi, sum var av
kloakk har? Nú er vágin rein. Í Nólsoy svimja nólsoyarkonur á sjónum og
sandstrond er komin á Malarenda ??? tann reini trivnaður. Áðrenn vóru ikki minni
enn 7 útlop, sum runnu út í bátahylin ella innanvert brimgarðin. Tilsamans
kostaði kloakkarbeiðið í Nólsoy 7 mió. kr., men sanniliga er tað væl útgivin
peningur.
Reinføri fram um marglæti
og ørvitisíløgur
Síðstu fýra árini hava kloakkirnar bert
verið ein viðfáningur hjá sitandi meiriluta. Tyrvingarplássið og skiljing av
ruski hava als ongar raðfesting havt heldur. Tá ið Tjóðveldi kemur framat aftur
stýrisvølinum á Vaglinum verða kloakkirnar aftur settar í fremstu røð. Fái eg
møguleikan, fari eg aftur at arbeiða hart fyri hesum. Ein høvuðsstaður, har
ramur luktur av mannatrekki stendur tær í nasarnar, er ikki innbjóðandi.
Kloakkunum havi eg altíð stríðst fyri og tað fari eg framhaldandi at gera. Eins
og tyrving, skiljing av ruski og reint vatn. Ja, alt undirstøðukervi skal aftur
raðfestast fram um marglæti og ørvitisíløgur. Kennir tú ráman av mannatrekki,
gevur valið seg sjálvt.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald