Veðurlagsbroytingarnar gera alsamt meira um seg, og ongantíð áður hevur verið eins týdningarmikið sum nú at seta í verk átøk fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
???Hvørt tons av CO2 økir um alheimsupphitingina???. Hetta
staðfesti IPCC, veðurlagsbólkurin hjá ST, fyri stuttum, tá nýggj umfatandi
frágreiðing um veðurlagsbroytingar bleiv givin út. Tí hevur tað eisini týdning,
at lond sum Føroyar eru við til at minka um útlátið og vísa í verki, hvussu
trivnaður kann økjast, samstundis sum útlátið verður skert.
Sum landsins størsta kommuna, kann Tórshavnar kommuna
veruliga hava eina ávirkan á útlátið í landinum. Stórir batar kunnu gerast
innan ferðsluøkið m.a. við at leggja bussleiðina um til el, at betra um
umstøðurnar hjá fólki at ganga og súkkla og at støðugt skifta gamlar oljubilar
út við elbilar. Áleið 130 kommunalir bygningar hava enn oljufýr, og tað er
eingin ivi í, at tað hevði flutt nógv at lagt hesir um til varandi orku ella
fjarhita, umframt at sett fleiri sólorkupanel upp, minka um burturkastnøgdirnar
v.m.
Møguleikarnir eru her, teir eru nógvir í tali. Vit eiga nú at
seta nøktandi játtan av til orkuskiftið og veðurlagsátøk.
Í 2016 samtykti eitt samt Tórshavnar býráð, at útlátið
skuldi minka við 50% fram til 2025 samanborið við útlátið í 2016. Ein
arbeiðsbólkur bleiv settur til at meta um møgulig átøk og kostnaðin av hesum,
og mett varð, at hetta var væl møguligt at røkka og fór at kosta 13.5 mio. kr.
um árið fram til 2025.
Tíverri er útlátsgongdin í Tórshavnar kommunu ikki vend enn,
og tí er tað neyðugt við eini hægri árligari játtan fyri at røkka málinum, sum
bleiv sett í orkupolitikkinum. Hetta vildi verið heilsu, trivnaði, umhvørvinum
og samfelagnum til gagns.
Hetta eigur og skal síggjast aftur í komandi fíggjarætlan!
Vegna minnilutan í Tórshavnar býraði
Gunvør Balle
Elsa Berg
Jákup Dam
Annika Olsen
Birgir Nielsen
Ruth Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald