Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
vegna Fólkaflokkin
Løgtingið
Løgtingsmál nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
(Botnfrádráttur í kommunuskattinum)
|
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um
landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 20.
desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: ???Hjúnafelagar
verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattskyldug
inntøka hjá øðrum hjúnafelaganum er undir skattafría botnfrádráttin í
kommunuskattinum og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann
lægra inntøkan verður hækkað við upp til ásetta skattafría |
botnfrádráttin hjá kommununi, og tann
hægra verður lækkað samsvarandi.??? 2. Í § 46, stk. 1 verða aftan á 2. pkt. sum nýggj
pkt. sett: ???Frá 1. januar 2019 kunnu
bygda(r)ráðini gera av at hækka upphæddina í 2. pkt. soleiðis, at eingin
kommunuskattur verður álíknaður skattskyldugu inntøkuni upp til 65.000 kr.
Upphæddin skal vera samtykt av bygda(r)ráðnum fyri 1. desember, galdandi fyri
komandi inntøkuár.??? § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd. |
Viðmerkingar:
Við verandi lóggávu kunnu kommunur sjálvar áseta skattaprosent og
barnafrádrátt. Endamálið við hesum uppskoti er, at kommunur eisini fáa heimild
at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.
Vanliga hevur botnfrádrátturin í landsskatti og í kommunuskatti verið tann
sami. Við flatskattinum varð botnfrádrátturin í landsskattinum hækkaður úr
30.000 kr. heilt upp í 65.000 kr., so eingin inntøka undir 65.000 rindar nakað
í landsskatti. Ein stórur bati fyri 1000-tals føroyingar við teimum allar
lægstu inntøkunum. Hesi hava síðan flatskattin ongan bata fingið, og
Fólkaflokkurin heldur, at tíðin nú er komin.
Av tí at allar lægstu inntøkurnar bert rinda kommunuskatt, er neyðugt at
gera broytingar her, og bert botnfrádrátturin í kommunuskattinum kann røkka
endamálinum.
Botnfrádrátturin í kommunuskattinum er 30.000 kr., og við hesum uppskoti
verður heimilað kommunum at hækka botnfrádráttin. Botnfrádrátturin í
kommunuskattinum kann eftir uppskotinum ásetast millum 30.000 kr. og 65.000 kr.
Ynskiligt hevði verið, at kommunurnar líðandi hækkaðu botnfrádráttin upp til
65.000 kr., sum er sama støði, sum botnfrádrátturin í landsskattinum er. Hetta
fyri, at tey allar lægst løntu eisini fáa ein bata.
Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar.
Uppskotið varð eisini viðgjørt í næst seinastu tingsetu, sí løgtingsmál nr.
64/2016.
Fíggjarligar avleiðingar:
Eingin beinleiðis fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum. Í
lógaruppskotinum fáa kommunurnar bert møguleika at hækka botnfrádráttin ???
botnfrádrátturin hækkar ikki sjálvvirkandi.
Men fyri at vísa á, hvat ein møguligur kostnaður verður, kann sum dømi
nevnast, at um allar kommunurnar hækka botnfrádráttin við 1.000 kr., vísir ein
leyslig meting, at hetta merkir uml. 8 mió. kr. í mistum inntøkum fyri
kommunurnar.
Serligar viðmerkingar
Til § 1, nr. 1:
Í galdandi lóg er ásett ???...so at
tann lægra inntøkan verður hækkað við upp til kr. 30.000...???. Av tí, at
broyting verður framd í § 46, stk. 1 soleiðis, at heimild verður givin kommunum
at hækka botnfrádráttin, verður § 4, stk. 1 umorðað soleiðis, at ein ávís
upphædd ikki verður ásett. Við hesum uppskoti verður tann lægra inntøkan hækkað
við upp til ásetta skattafría botnfrádráttin hjá kommununi.
Til § 1, nr. 2:
Møguleiki verður givin bý- og
bygdaráðunum at hækka sokallaða botnfrádráttin í kommunuskattinum upp til
65.000 kr. Heimilað verður ikki at lækka botnfrádráttin undir 30.000 kr., men
bert at hækka hann frá 30.000 kr. og upp til í mesta lagi 65.000 kr. Botnfrádrátturin
kann hækka frá 1. januar 2019.
Bý- og bygda(r)ráðini skulu góðkenna broytingina í upphæddini áðrenn 1.
desember árið fyri, broytingin kemur í gildi.
Til § 2:
Áseting um gildiskomu.
Á
Løgtingi, 19. september 2018
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald