??trokningarnar vísa, at:???meðan landið í 1993 fekk 58% av samlaðu skattainntøkunum, (í krónum 756 mió.), so er landskassans partur í 2016 komin niður á 42% ( t.e.kr. 1.317 mió).
Kommununar partur av samlaðu skattainntøkunum er, í sama tíðarskeiði, farin úr 42% (í krónum 549.000 mió.) upp í 58% ( t.e. kr. 1.787 mió)???.
Tvs., at av tí at kommunurnar nærum ikki hava regulerað botnfrádráttin, so hava tær væl og virðiliga yvirhálað landið í skattainntøku.
|
Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn |
Tinganes,
|
Svar uppá
skrivligan fyrispurning nr. 7/2016
eftir tingskipanini § 52a til Kristinu
Háfoss landsstýriskvinnu, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um botnfrádráttin í
kommunuskattinum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
Landsstýriskvinnan verður
biðin upplýsa Løgtinginum árligu gongdina (í tølum) í botnfrádráttinum í
kommunuskattinum seinastu 25 árini saman við árliga álíknaða kommunuskattinum
og árliga álíknaða landsskattinum hesi somu ár.
Svar:
Niðanfyri verður víst
eitt yvirlit fyri árini frá 1993 til 2016, ið vísir árligu botnfrádráttirnar í
landsskattinum og kommunuskattinum, umframt álíkningarnar (einstaklinga
inntøkuskattin) hjá landinum og kommununum.
Byrjað verður í 1993 av
teirri orsøk, at núverandi skipan við botnfrádrátti í skattskyldugu inntøkuni
kom í gildi tá. Frammanundan var ongin botnfrádráttur, men í staðin ein
persónsfrádráttur í sjálvum skattinum.
Yvirlitið vísir stóra
broyting í lutfallinum millum lands- og kommunuskatt hesi árini.
Meðan landið í 1993 fekk
58% av samlaðu skattainntøkunum, so er landskassans partur í 2016 komin niður á
42%.
Kommununar partur av
samlaðu skattainntøkunum er, í sama tíðarskeiði, farin úr 42% upp í 58%.
Botnfrádrátturin í
landsskattinum er farin úr 22.500 kr. í 1993 upp í 65.000 kr. í dag. Eftir
botnfrádráttin er landsskatturin stigvaksandi soleiðis, at hægri % verður
rindað um inntøkan er hægri.
Botnfrádrátturin í
kommunuskattinum er farin úr 22.500 í 1993 upp í 30.000 kr. í dag. Eftir
botnfrádráttin er kommunuskatturin flatur og eins fyri allar inntøkubólkar.
|
Skattur ??? í mió. kr. |
Skattur - býtið í % |
Botnfrádráttur - kr./árliga |
||||
|
Landið |
Kommunurnar |
Landið |
Kommunurnar |
Landið |
Kommunurnar |
|
|
1993 |
756 |
549 |
58% |
42% |
22.500 |
22.500 |
|
1994 |
748 |
609 |
55% |
45% |
22.500 |
22.500 |
|
1995 |
744 |
665 |
53% |
47% |
22.500 |
22.500 |
|
1996 |
719 |
659 |
52% |
48% |
22.500 |
22.500 |
|
1997 |
837 |
759 |
52% |
48% |
17.000 |
17.000 |
|
1998 |
908 |
809 |
53% |
47% |
17.000 |
17.000 |
|
1999 |
988 |
872 |
53% |
47% |
17.000 |
17.000 |
|
2000 |
1.105 |
949 |
54% |
46% |
17.000 |
17.000 |
|
2001 |
1.262 |
1.033 |
55% |
45% |
19.000 |
19.000 |
|
2002 |
1.381 |
1.087 |
56% |
44% |
21.000 |
21.000 |
|
2003 |
1.338 |
1.095 |
55% |
45% |
21.000 |
21.000 |
|
2004 |
1.323 |
1.118 |
54% |
46% |
22.000 |
22.000 |
|
2005 |
1.320 |
1.152 |
53% |
47% |
24.000 |
24.000 |
|
2006 |
1.305 |
1.257 |
51% |
49% |
26.000 |
26.000 |
|
2007 |
1.361 |
1.362 |
50% |
50% |
28.000 |
28.000 |
|
2008 |
1.324 |
1.392 |
49% |
51% |
30.000 |
30.000 |
|
2009 |
1.306 |
1.360 |
49% |
51% |
30.000 |
30.000 |
|
2010 |
1.401 |
1.462 |
49% |
51% |
30.000 |
30.000 |
|
2011 |
1.449 |
1.493 |
49% |
51% |
30.000 |
30.000 |
|
2012 |
1.175 |
1.525 |
44% |
56% |
65.000 |
30.000 |
|
2013 |
1.207 |
1.495 |
45% |
55% |
65.000 |
30.000 |
|
2014 |
1.289 |
1.576 |
45% |
55% |
65.000 |
30.000 |
|
2015 |
1.390 |
1.670 |
45% |
55% |
65.000 |
30.000 |
|
J2016 |
1.317 |
1.787 |
42% |
58% |
65.000 |
30.000 |
Keldur: Skattatølini fyri 1993-2014 eru
frá Hagstovu Føroya. Skattatølini fyri 2015 eru sambært sambært
Leiðslukunningarskipanini, og tølini fyri 2016 eru sambært Fíggjarlógini.
Í Tinganesi, 28. september 2016
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald