Politikkur

Koyrandi í nýggja Hvalbiartunlinum í seinasta lagi i 2022

....

2018-09-28 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er slóðað fyri, at arbeiðið upp á nýggja Hvalbiartunnilin byrjar komandi ár. Arbeiðið verður liðugt í seinasta lagi í 2022. 

???Nýggi Hvalbiartunnilin lýkur øll nútímans krøv til samferðslu og er eitt stjórt framstig fyri borgarar og vinnulív í Hvalba og fyri alla Suðuroynna???, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. 

Verkætlanin er liðugt prosjekterað, og Landsverk bjóðar nú áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøkuna, sum verður boðin út seinni í ár. 

Nýggi tunnilin verður 2.540 metrar langur, og landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Landsvegur verður somuleiðis gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg tætt við brúnna um Kjógvavatn. 

Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 3.480 metrar. 

Verandi Hvalbiartunnil, sum var liðugur í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Hann er 1.450 metrar til longdar og einsporaður við víkiplássum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder