Í útvarpstíðindum í dag, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum m.a. ,at samfelagið var í djúpari kreppu og at hann tí hevði heitt á starvsmannafelagið at fáa strikað avtalaðu lønarhækking.
Eingin ivi um, at hann sum fíggjarmálaráðharri hevur fingurin á pulsinum
og veit hvat hann tosar um.
COV19 hevur sum kunnugt rakt hart kring allan heim og er
eingin ivi um, at hon eisini kemur at gerast ein dyggur búðskaparligur smeitur
fyri føroyska samfelagið.
Nú landsstýrismaðurin hevur heitt á verkafeløgini um at vísa
hógv og við starvsmannafelagið beinleiðis at strikað lønarhækkingina, so kundi
tað uttan iva verið sera skilagott , at landsstýris-og løgtingsfólk gingu undan
og vórðu tey fyrstu, sum, í hvussu so er eitt tíðarskeið, fóru niður í løn ???
eini 10 %.
Fleiri dømi eru um, at m.a.politikarar uttanlanda orsakað
COV-19 eru farnir niður í løn. T.d. í New Zelandi hevur stjórnaleiðari har
avgjørt, at alli ráðharrar har tað næsta ½ árið fara 20% niður í løn.
At landspoltiski mynduleikin soleiðis í krepputíðum hevði
gingið undan hevði uttan iva havt eina ja-liga ávirkan millum manna , soleiðis
at onnur á teim ???hægru rókunum??? eisini fóru at vísa samfelagssinni , nú,
samfelagið, sambært fíggjarmálaráðharranum, er í djúpari kreppu.
Eiði tann 11. Mai 2020
Tordur J. Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald