Mentan

Marjun í Kálvalíð helst komandi prestur í Vestmanna

...

2013-08-26 19:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Marjun í Kálvalíð til kallið sum sóknarprestur við sæti í Vestmanna. Tað er tó landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið staðfestir innstillingina, tá formligu viðurskiftini eru greidd.


Eftir ætlan verður Marjun í Kálvalíð prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 15. september 2013. Vígslan er í dómkirkjuni, tí dómkirkjan umboðar við síni tign Føroya kirkju. Sóknarprestarnir eru við vígslu prestar, ið eftir skipaðum viðurskiftum kunnu gera tænastu í øllum landinum. Tó, sóknarpresturin er, sum orðið sigur, kallaður til eina staðbundna uppgávu, t.e. at vera hirði teirra, ið hava kallað. Tess vegna er innsetingin altíð í tí kirkju, sum er sóknarkirkja prestsins, t.e. kirkjan í kirkjusóknini, har prestur býr.

Mikkjalsmessudag verður Marjun í Kálvalíð skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Hon verður innsett í tænastuna í prestagjøldunum við hámessu í Vestmanna kirkju 29. september 2013. Tað er dómprósturin, ið skipar komandi prestin í kallið, tað skrivar folkakirkjan.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder