Mentan

Bretska poppstjørnan, Mika, bergtikin av Føroyum

...

2013-08-08 17:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í góðveðrinum seinnapartin í gjár lendi bretska poppstjørnan Mika í Vágum. Og hóast Mika hevur ferðast víðahvar kring hemin, var hann stórliga hugtikin av føroyska landslagnum, sum møtti honum, tá ið flogfarið skuldi lenda.


Mika hevði telefonina frammi og avmyndaði Føroyar úr luftini, og tá ið hann síðani legði myndina út á Twitter, viðmerkti hann:

- Check out the view as we landed an hour ago. Crazy!

Á føroyskum høvdu vit ivaleyst sagt á leið: ???Hetta var útsýnið, tá vit skudu lenda fyri einum tíma síðani. Hetta er ótrúligt!???

Mika, sum er høvuðsnavn á Summar Festivalinum, spælir á Vágsbøi í kvøld kl. 22.30, skrivar www.summarfestivalur.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder