Politikkur

Munnligur fyrispurningur frá Jørgen Niclasen

....

2017-02-22 08:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur

til

Høgna Hoydal, Landsstýrimann

 

viðvíkjandi línuskipunum undir Íslandi


1. ??tlar landsstýrimaðurin at broyta reglurnar viðlanding uttanlands, so tíðarskeiðið fyri loyvdu25% verður 12 mánaðir ístaðin fyri núverandi 4 mánaðir? 

Viðmerkingar:

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur undirskrivaeina fiskiveiðiavtalu við Ísland, har føroysk nótaskipvera tvungin at landa í Íslandi, hóast prísurin í Føroyum er hægri. 

Á hini síðuni krevur sami landsstýrimaður, at føroysku línuskipini, sum fiska undir Íslandi, skululanda í Føroyum, hóast prísurin er betri í Íslandi. 

Líniskipni hava loyvið at landa í mesta lagi 25% í útlandinum. Reglan er, at hettta verður roknað út fyri4 mánaðir í senn. Línuskip ynskja ikki at broyta tey25%, men spyrja um landsstýrimaðurin kann broytatíðarskeiði til 12 mánaðir ístaðin.

Línuskip vísa á, at tað er serliga tyngjandi, tá fiskaverður vestanfyri Ísland. Hýsuprísurin er í løtuninógv hægri í Íslandi enn í Føroyum, umframt at siglingarleiðin er long. Av fiskileið tekur tað 3,5 døgn at sigla heim og 3,5 døgn aftur á fiskileið. Taðmerkir, at skipini missa eina heila viku av fiskitíðfyri hvønn túr. 

Línuskip eru partur av flotanum, sum hevur havttruplar tíðir og tí er spurningurin, umlandsstýrismaðurin ætlar at gera hesa lítlu broyting. 

 

20. februar 2017

 

Jørgen Niclasen

løgtingsmaður
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder