Munnligur fyrispurningur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu
1.
Hvussu stór
vóru úrslitini av rakstri landskassans ??? løgur ikki íroknaðar ??? árini 2012,
2013, 2014 og 2015?
2.
Hvussu stórt
væntar landsstýriskvinnan, at úrslitið av rakstri landskassans ??? løgur ikki
íroknaðar ??? verður fyri árini 2016 og 2017.
3.
Hvussu stórt
heldur landsstýriskvinnan, at avlopið av rakstri landskassans ??? løgur ikki
íroknaðar - eigur at vera, nú tíðirnar eru betri enn nakrantíð?
Seinastu árini hevur stór
framgongd verið í føroyska búskapinum. Framgongdin gjørdi tað møguligt at lyfta
rakstur landskassans frá stórum halli til avlop. Men stór hall eru fíggjað við
lántøku, og tí eigur tað almenna í góðum tíðum at hava alvop, sum megna at
gjalda aftur lántan pening. Landskassin hevur seinastu mongu árini átikið sær
at vera konjunkturjavnandi. Við at halda fast um almennu vælferðartænasturnar
og harvið útreiðslur landskassans í búskaparligum fellistíðum, hevur
landskassin tikið ringastu nosini av hóttandi kreppum. Prísurin er økt almenn
skuld. Tá vit nú hava búskaparliga framgongd, eigur landskassin at hava avlop
til at gjalda skuld aftur við. Tí er umráðandi, at avlopini av rakstri
landskassans støðugt vaksa við tí endamáli at gjalda niður almenna skuld.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald