Ítróttur

Myndir: 07 Vestur vann 6-3 á TB

...

2013-08-18 01:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í meistarabólkinum í 3. deild vóru TB á vitjan hjá 07 Vestur. Áðrenn dystin hevði TB á ørðum plássi 14 stig og 07 Vestur hevði 1 stig.

07 Vestur vóru nógv tað betra liðið á vøllinum, onkur TB spælari helt fyri, at 07 Vestur ikki vóru eitt botnlið í 3. deild, men eitt lið, sum skuldi verið í 1. deild.

Hálvleikstøðan var 4-0 til 07 Vestur.

TB legði út sum eitt óløgi til seinna hálvleik, teir fingu eisini 2 mál beinavegin í seinna hálvleiki. So tóku 07 Vestur yvir aftur, og fingu so 2 mál afturat. Dysturin endaði so 6-3.

Trýst her fyri at síggja myndirnar frá oddadystinum 07 Vestur - HB í bólkinum dreingir 16.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder