Munnligur fyrispurningur
til
Poul Michelsen, landsstýrismann
viðvíkjandi bygningi til Sjóvinnustýrið
1. Nær
byrjar byggingin av nýggjum Sjóvinnustýrið í Vágum?
Viðmerkingar:
Síðani málsøkið, skipaeftirlit, var yvirtikið,
hevur stovnurin verið staðsettur í Vágum. Herfyri var valt at flyta stovnin í
leiga høli í Tórshavn. Hetta var bert ein fyribilsloysn, tí Landsstýrið segði,
at stovnurin skuldi framhaldandi liggja í Vágum. Løgtingið hevur síðan samtykt
at byggja nýggjan bygning í Vágum til Sjóvinnustýrið.
Síðan tá hevur einki verið at hoyrt um hesa
bygging. Landsstýrið hevur seinastu tíðina víst á, at búskapurin er ov heitur,
serliga í miðstaðarøkinum, og tí skulu løgur toyggjast. Nú ljóðar, at bygging
hjá tí almennað í miðstaðarøkinum ikki skal bíða, men td. bygging av bygningi í
Vágum til Sjóvinnustýrið skal útsetast.
Fyri at fáa greiðu á hesum, verður hesin spurningur
settur.
17.
september 2018
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald