Síðani nýggja sjúkrahúsleiðslan tók við í fjør, hevur verið arbeitt við ymsu tættunum í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið í góðum og tøttum samstarvi við politiska myndugleikan. Ein av hesum er at skapa ein sterkan felags samleika fyri tey trý sjúkrahúsini.
Fríggjadagin varð almenn navnakapping útskrivað, nú sóknast
verður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini. Hetta hevur elvt til
lívligt og erligt orðaskifti millum fólk um okkara sjúkrahúsverk ??? eitt
orðaskifti, sum vísir, hvussu kær og dýrabar sjúkrahúsini eru fyri flestu
okkara.
Hetta fegnast vit um, tí fyri sjúkrahúsleiðsluna er
opinleikin avgerandi. Eisini er tað av alstórum týdningi, at allir føroyingar
hava havt møguleikan at siga sína hugsan, tá ið arbeitt verður við so
fastgrógvum nøvnum, sum nøvnini av okkara sjúkrahúsunum eru. Hóast mongu
atfinningarsomu viðmerkingarnar til navnakappingina, so eru eisini komin góð og
seriøs boð upp á møgulig nýggj nøvn, hóast freistin fyri at lata inn uppskot
ikki er fyrr enn í um knappar tríggjar vikur.
Felags samleiki fyri
tey trý sjúkrahúsini
Sjúkrahúsleiðslan hevur sum nevnt í eina tíð arbeitt við at fáa tað samlaða
føroyska sjúkrahúsverkið at virka sum
eina eind. At fáa sjúkrahúsini at samstarva betri fer at skapa betri karmar
fyri tí, sum alt snýr seg um: at veita bestu viðgerðina til sjúklingin.
Í 2018 vórðu tey trý sjúkrahúsini formliga skipað undir eina
felags leiðslu, og eftir nøkur stjóraskifti var nýggja leiðslan fullmannað á
heysti í fjør. Tað hevur alla tíðina verið okkara uppgáva at arbeiða víðari við
at styrkja og sameina tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið. Og vit eru farin
undir hesa spennandi avbjóðing við góðum treysti.
Ein avgerandi liður í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er
at skapa ein sterkan samleika, sum er felags fyri alt sjúkrahúsverkið. Ein
samleiki er annað enn eitt navn ??? men tað er eisini eitt navn. Tí sóknast vit
eftir nýggjum nøvnum, sum knýtir okkum saman.
Menna samstørv
tvørtur um sjúkrahúsini
Vit eru vitandi um, at eitt navn ikki kann standa einsamalt og kemur heldur
ikki at samla tey føroysku sjúkrahúsini. Sjúkrahúsleiðslan arbeiðir tí eisini við
øðrum innanhýsis átøkum, sum hava til endamáls at styrkja um samstarvið tvørtur
um tey trý sjúkrahúsini. Í hesum arbeiðnum luttaka nógv starvsfólk innan ymsu
fakøkini á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Vit ynskja ein felagsskap við trimum sjúkrahúsum, sum
samskifta, virka og skapa eftir sama virðisgrundarlagi. Hetta er ein stór og
spennandi broyting, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum ger sítt fyri at tryggja,
at starvsfólkini ikki missa fótafesti í hesum broytingartíðum.
Løgtingið játtaði
pening til at samantvinna sjúkrahúsini
Ein navnakapping er sum sagt ein liður í hesum arbeiðinum. Navnakappingin er
ikki kostnaðarmikil og fer ikki at hava ávirkan á tær kanningar og viðgerðir,
sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið hevur nógv dugnalig starvsfólk,
sum hava luttikið í arbeiðinum og harvið hildið útreiðslunum niðri.
Heilsumálaráðið letur tær 10.000 krónurnar, sum vinnarin fær.
Harumframt eru útreiðslur til lýsingar og lýsingarstovu fyri at hjálpa okkum
við lýsingarherferðini. Hesin peningur fer av serstakari játtan, sum Løgtingið
hevur latið til arbeiðið at menna felags samleika.
At enda vilja vit gera greitt, at tað ongantíð hevur verið
ætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar,
orsakað av navnabroytingini. Tá tíðin er komin at bíleggja nýggj prent ella
pløgg, tá verða hesi við tí møguliga nýggja navninum.
Steinar Eirikstoft, forstjóri, Alexandra á Dul, stjóri og
Hans Pauli Henryson, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald