2019-01-16 07:06

Norðingur fór at sigla inn av svartkjaftafeltinum í gjárkvøldið við 1.850 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, tá var eit fríkst lot av eystri, men tað bilti ikki at sigla, teir koma á Fuglafjørð í morgun, men sleppa ikki at landa fyrrenn hósmorgunin, tí Finnur Fríði landar í løtuni.
Sagt varð at svartkjafturin er í góðum standi, men hann stendur á einum avmarkaðum øki, so tað er eitt sindur trongligt á feltinum sunnanfyri.
Norðingur fer nýggjan túr fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald