Vinna

Nú er Hvalbiartunnilin boðin út

....

2018-12-20 16:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er Hvalbiartunnilin boðin út 

Eftir at Landsverk í september í ár bjóðaði arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða upp á bygging av nýggja Hvalbiartunlinum, er nú komið so mikið langt, at prosjektið er klárt at bjóða út. 

Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu, og undangóðkendu fyritøkurnar eru J&K Petersen, NCC og samtakið Articon/LNS. 

Hesar fyritøkurnar hava í dag fingið boð frá Landsverki í dag um at lata inn tilboð upp á arbeiðið at byggja nýggja Hvalbiartunnilin. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar 2019.

 ???Verandi Hvalbiartunnil frá 1963 er elsti vegatunnil í Føroyum, og hann var eitt risaframstig tá í tíðini - tað fer nýggi Hvalbiartunnilin eisini at verða???, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður. 

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. 

Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslurnar ásettar til í mesta lagi 272 milliónir krónur, tað skrivar Samferðsluráðið í kunningarskrivi til miðlarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder